Spæla alla náttina í Vestmanna

Aftur í ár skipar VÍF fyri náttarhondbólti

 

 

Night Cup er vorðið eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna. Millum yngru spælararnar hevur kappingin havt framúr undirtøku, og í ár verður kappingin hildin fríggjakvøld og leygarnátt 17. og 18. oktober.

 

Kappingin er skipað soleiðis, at avgerandi dystirnir verða spældir á miðjari nátt, og hóast tað mangan er strævið, tá klokkan líður nakað nógv, so hevur hetta ikki nervað sveittandi spælararnar, sum soleiðis eisini hava fingið sær eina heldur øðrvísi hondbóltsuppliving.