Í dag er fyrsti dysturin í bestu deildini í Ukreina, eftir russisku innrásina í februar. Dysturin er millum Shakhtar Donetsk og Metalist 1925 á olympiska leikvøllunum í Kiev, men nógv er broytt.
Í morgin eru seks mánaðir síðani russiska innrásin byrjaði í Ukreina, og tað er samstundis tjóðardagurin í Ukreina. Vónin er, at fótbólturin kann styrkja vónina og samanhaldið, nú Ukreina verður bumbað, sigur Andriy Shevchenko, ukreinskur landsliðsvenjari.
Tað er tó undir øðrvísi umstøðum enn vanligt, at besta deildin í Ukreina fer í gongd aftur. Tvey feløg, Desna Chernihiv og FC Mariupol, eru ikki før fyri at luttaka í landskappingini, tí býirnir eru illa bumbaðir.
Tað verða ongir áskoðarar til dystirnar, men tað verður møguligt at síggja dystirnar í sjónvarpi og á Youtube. Allir dystirnir verða spældir í Kiev og nærumhvørvinum. Leikvøllirnir verða útgjørdir við bumbuskýlum, um ávaringarsirenan fer í gongd.
Tað verður eisini lagt upp til, at dystirnir verða tiknir upp aftur, um steðgurin við bumbuávaring ikki er ov langur. Er steðgurin longir enn ein tíma, so skal dómarin ráðføra seg við feløgini, um tað er ráðiligt at seta dystin í gongd aftur.
Tað er eisini nógvar broytingar í hópunum hjá flestu feløgunum. At kalla allir útlendskir spælarar í Ukreina eru farnir í onnur lond at spæla fótbólt. Hetta hevur UEFA eisini givið eitt serloyvi til, men tað er ikki uttan avleiðingar fyri ukreinskur feløgini, ið hava biðið um endurgjald fyri serloyvið, tí tað hevur gjørt samráðingarstyrkina hjá ukreinsku feløgunum verri í samband við sølu av spælarum.
Shakhtar Donetsk hevur í fleiri ár havt ein bul av brasilskum spælarum, ið hava verið berandi í hópinum. Ongin av teimum er longur í felagnum, sum tó væntast at kappast við Dynamo Kiev um meistaraheitið.










