Ivan H. Niclasen, Kringvarpsstjóri, og Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasamband Føroya, fara at siga nøkur orð, og Benjamin Petersen fer at framføra nøkur løg.
Setanin verður varpað beinleiðis í útvarpinum.
Í dag verður skráin fyri Spæl Føroyskt vikuna somuleiðis avdúkað.
Er tað nakar, sum ætlar sær at skipa fyri onkrum í Spæl Føroyskt vikuni, so er enn gjørligt at siga frá við at senda teldupost við kunning um hvør, nær og hvar og eini mynd á booking(at)musikk.fo