Spæl Føroyskt vikan byrjar alment mánadagin 6. mars, men upphitingin er longu byrjað við fleiri spennandi konsertum við góðum føroyskum tónleiki. Alt frá fólkatónleiki til elektroniskan tónleik.
Eirikur Lindenskov
Enn fleiri konsertir verða kunngjørdar yvir komandi viku í næstum.
Sunnudagin 5. mars verður almenna setanin av Spæl Føroyskt vikuni í forhøllini í Kringvarpinum. Setanin verður varpað beinleiðis í útvarpinum.