SpaceBox frá Citroën

Citroën eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum bili, C3 Picasso, sum við sínum kassalíknandi designi er við til at vísa hvussu ein bilur kann vera “cool”, samstundis sum hann er rúmligur og praktiskur

Innan bildesign skiftir mótin alla tíðina, og tað er ikki altíð, at tað verður hugsað so nógv um, at bilarnir eru praktiskir og rúmligir. Bara designið er smart og fylgir nýggjasta mótanum.


Seinastu árini hava vit sæð kassaformaðar konseptbilar á bilaframsýningum kring um í heiminum við rættiliga sermerktum designi, og nú sær tað út til, at hesir bilar eru komnir í handlarnar. Ein av hesum er Citroën C3 Picasso. Tað sum eyðkennir bilin er smart kassaformað design, rúmlig og praktisk innrætting og gott útsýni.


Citroën nevna sjálvir henda designstílin fyri Space Box, tí hóast bilurin ikki er so stórur uttan, er hann sum ein rúmligur MPV innan. Útsýnið frá førarasetrinum er nakað fyri seg. Við stórum rútum og smølum A-stólpum er útsýnið sera gott bæði fram eftir og til síðurnar. Instrumentborðið er einfalt og ergonomiskt rætt innrættað við t.d. talgildum speedometri við stórum tølum og eini kompaktari gardanboks við øllum kontaktunum. Alt er lætt at handfara og at avlesa.


Eisini innrættingini er nógv gjørt burturúr við atliti til at fáa bilin so liðligan og praktiskan sum gjørligt. Eitt nú eru baksterini í tveimum (40/60) og kunnu flytast 15 cm aftur og fram til frama fyri gott beinpláss aftan ella størri viðførisrúm.


Eins og vit hava sæð tað við tí størra C4 Picasso, er hesin eisini sera familju- og barnavinarliga innrættaður. Hvat útgerð viðvíkur hevur hann so at siga alt sum standard. Hann hevur allan trygdarpakkan sum t.d. ABS við EBD og bremsuassistenti, antispinn og seks airbag. Hvat komforti viðvíkur hevur hann t.d. køling í handskarúminum, ferðpilot og aircondition við pollenfiltri.


C3 Picasso fæst við 1,4 litra bensinmotori við 95 hk ella 1,6 litra HDi dieselmotori við partikulfiltri og 110 hk. Bensinútgávan kostar 204.000 krónur og dieselútgávan kostar 220.000 krónur. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum.