Teir hava eftirhondini spælt so ofta í Rex, at teir næstan kunnu kallast húsorkestur - og hetta vikuskiftið eru teir aftur. Spaðar 5 spæla fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Rex.
Dansibólkurin, sum hevur gjørt avtalu við byin.fo, er samansettur av royndum tónleikarum, sum duga allar gomlu slagararnar uttanat.
Bólkurin dugir eisini at endurnýggja seg. Hann leggur dent á at spæla nýggju hittini, sum eru uppi í tíðini.










