Spýtti eftir politisti

Ein ungur maður varð sunnudagin varðhaldsfongslaður í 14 dagar skuldsettur fyri harðskap móti tveimum politistum

Sunnumorgunin varð politiið úti og ætlaði bara at sissa ein fullan og ómøguligan mann.
Men maðurin var ikki til at hava við at gera. Hann sp´tti eftir einum politisti og skallði ein annan, tá ið hann varð handtikin.
Tá ið hann skuldi inn í arrestina, royndi hann aftur at skalla ein politist.
Maåurin var í rættinum sunnudagin, tí hann hevði frammanundan ein treytaðan dóm fyri harðskap.
Rætturin avgjrdi at varðhaldsfongsla mannin í 14 dagar.