Spíski pennurin í pena samfelagnum

Rithøvundafelagið fyllir 50 í ár og hátíðarhelt herfyri føðingardagin við tiltakið, sum var merkt av sjálvrannsakan um samfelagsliga leiklutin hjá skrivandi fólki og eftirmeting av innanhýsis samstarvinum í felagnum

Rithøvundafelagið er eitt maskulint, ókollegialt og uppstegðað felag. Hetta vóru nøkur av hørðu lýsingarorðunum, sum vóru brúkt, tá Rithøvundafelagið hátíðarhelt, at tað eru 50 ár síðani, at felagið varð stovnað.

Føðingardagurin varð hildin í kommunuskúlanum í Havn við tónleiki, upplestri, pallborðskjaki og fyrilestri. Og hóast góðir rithøvundar eyðvita eru bersøgnir - eisini tá teir eru í føðingardag - so var lagið gott og undirhaldið fjølbroytt. 

Búi Dam sang á sín sermerkta hátt sangir úr komandi fløgu síni, Tóra Tóroddsdóttir greiddi livandi frá um – og las brot úr -  stóru skaldsøguni Undir egið borð eftir Halldór Laxness, Oddvør Johansen útleveraði á skemtiligan hátt klandrið og frustratiónirnar í felagnum við upplestri úr stuttsøguni, »Smakdómarar«, og Carl Jóhan Jensen undirstrikaði við síni messandi freku framførslu av nýskjaldrum, at skaldskapur er meira enn skrivaða orðið. Til seinast hugleiddi søgufrøðingurin, Hans Andrias Sølvará,  um føroyska kjakmentan og samfelagsliga leiklutin hjá skrivandi fólki.


Samfelagsliga ábyrgdin

Eitt pallborð av núverandi og fyrrverandi formonnum (og -kvinnu) skiftu orð um bæði innanhýsis viðurskifti og samfelagsligu ábyrgdina hjá rithøvundum. Semja var ikki um spurningin, hvørs rithøvundar hava serliga ábyrgd at luttaka í almenna kjakinum.

Gunnar Hoydal, sum júst hevur givið út skaldsøgu, sum á mangan hátt er samfelagskritikkur ílætin skaldskap, staðfesti, at rithøvundar eru vanligir samfelagsborgarar. Teirra ábyrgd at blanda seg í almenna kjaki er hvørki størri ella minni enn hon hjá øðrum føroyingum.

Men í listini sjálvari taka rithøvundar eins og onnur listafólk støðu til samfelagið. Tað er bara ikki altíð so sjónligt, helt Gunnar Hoydal.

Núverandi formaður í felagnum, Arnbjørn Dalsgarð helt hinvegin, at rithøvundar hava serliga ábyrgd at blanda seg í almenn kjak, millum annað tí fría orðið er grundarlagið undir sjálvum arbeiðnum hjá rithøvundum.

Tá tað snúði seg um ábyrgdina hjá felagnum, vóru flestu pallborðsluttakarar samdir um, at høvðusuppgávan hjá Rithøvundafelagnum í dag er at arbeiða fyri rættindum hjá rithøvundum, sjónliggera rithøvundar í samfelagnum og styrkja føroyska list yvirhøvur. Gunnar Hoydal eftirlýsti í hesum sambandi einum veruligum føroyskum mentanarpolitikki. 

- Trupulleikin er ikki, at ein mentanarpolitikkur ikki er orðaður, men at hann ikki verður fylgdur, segði hann avgjørdur.


Tippa hvønn annan

Kjakast var eisini um innanhýsis samstarvið í felagnum, og manglandi kollegialitetur var uppi at venda. Í lítla føroyska samfelagnum eru rithøvundar sjálvir mangan teir einastu, sum ummæla. Ein rithøvundur kann rósa einum øðrum til skýggja og sápla ein annan til heljar, og fáar vikur seinni sita allir tríggir á sama aðalfundi.

Hanus Kamban helt, at fría orðið er fría orði, og at tað sjálvandi skal vera loyvt at finnast at hvørjum øðrum og kritisera hvønn annan. Hann hugleiddi um happing í skúlagarðinum, og segði, at tað áhugaverda, er ikki, at onkur einstakur rópar ókvæmsorð eftir einum øðrum, men at øll hinu bara hyggja at.

Carl Jóhan Jensen, sum umframt at vera rithøvundur eisini er kendur sum ein sera bersøgin ummælari, dugdi ikki at síggja, at tað skulu vera nøkur mørk fyri, hvat ein ummælari kann loyva sær at siga. Annars er talan um sensur, helt hann.

Núverandi formaður í felagnum, Arnbjørn Dalsgarð helt, at tað eisini ráddi um at duga at vanda sær um orðini. Upp á spurningin um tað kom fyri, at rithøvundar vórðu tiptir av øðrum rithøvundum, var stutta svarið frá formanninum: ja


Kjakmentan í kreppu

Hans Andrias Sølvará legði í sínum fyrilestri dent á, at rithøvundar ikki einans skulu verja fría orðið, teir hava eisini eina serliga ábyrgd at verja fjølbroytni í almenna orðaskiftinum.

- Rithøvundar hava orðið í síni makt og teir eru serfrøðingar í at síggja ymisk samfelagslig fyribrigdi úr øðrvísi sjónarhornum. Tí eiga teir at varpa ljós á øðrvísi sjónarmið, sum ikki eru millum tey ráðandi í samfelagnum, segði Hans Andrias Sølvará.

Sjálvur hevur Hans Andrias Sølvará luttikið í kjaki um millum annað bíbliutulking og samanblanding av trúgv og politikki. Og hann undraðist yvir, at rithøvundar ikki hava verið meira frammi í hesum kjaki. Tí eitt demokratisk samfelag, har bíblian verður brúkt sum politisk grundgeving uttan mótstøðu, er eitt samfelag, har kjakmentanin er í djúpari kreppu, helt hann.

- Tað eru kjak og ósemjur, sum menna og hvessa sjónarmiðini, meðan tøgnin fjalir bæði trupulleikar og loysnir, og tað er eftir mínum tykki beinleiðis neyðugt at kjakast um grundarlagið undir føroyska samfelagnum. Ikki tí, at eg haldi meg hava rætt, men tí kjakið í sjálvum sær er neyðugt, segði Hans Andrias Sølvará.