Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari hjá Kringvarpi Føroya, er ikki í iva, tá hann skal lýsa Føroysku tónlistavirðislønirnar.
- Hetta er ótrúliga spennandi. Soleiðis sum tað sær út nú, so verður tað eitt fantastiska spennandi tiltak. Og at fólk hava tikið so væl í móti tí longu nú, er stórt, sigur Eyðfinn Jensen og sipar til, at so mong fólk vóru møtt til fyrsta kunnandi fundin um Føroysku tónlistavirðislønirnar.
Sterkt signalvirði
Eyðfinn Jensen fegnast somuleiðis um, at Miðlahúsið og Kringvarpið samstarvað um tiltakið saman við Norðurlandahúsinum.
- Signalvirðið er sterkt. Vit samstarva allan vegin í gjøgnum, og í sjálvari sendingini kemur tað eisini at hoyrast, tí tá verður tað ein vertur frá Rás2 og ein frá Kringvarpinum. Tað vísir bara, at Miðlahúsið og Kringvarpi eru tey smáu í hesum tiltakinum, meðan tónleikurin er tað stóra, sigur Eyðfinn Jensen.
Spæla føroyskt burturav
At tónleikurin er tað stóra kemur millum annað til sjóndar við, at Kringvarp Føroya í vikuni undan stóra tiltakinum fer at spæla føroyskan tónleik burturav.
- Vit hava í nøkur ár havt heilar dagar, har vit bara hava spælt føroyskt tilfar. Og gongdin vísir eisini, at vit spæla meiri og meiri føroyskt tilfar. Tølini í fjør siga, at triðja hvørt lag, vit spældu, var føroyskt. Tað er met í nýggjari tíð, og nú eru vit so komin har til, at vit fara at spæla føroyskt burtur av í eina viku, fortelur Eyðfinn Jensen.
Spírin til nakað stórt
At miðlarnir, Miðlahúsið og Kringvarp Føroya, samstarva um Føroysku tónlistavirðislønirnar gevur nakrar serligar møguleikar. Men fyriskipararnir ynskja ikki at spenna bogan ov nógv, nú teir royna samstarvið fyri fyrstu ferð.
- Heldur enn at gera tað stórt og ógvusligt, so velja vit eina minni, men góða loysn. Men hetta er spírin til nakað stórt. Eydnast tað soleiðis sum vit ætlað, so fara vit at víðka tiltakið og senda tað beinleiðis í sjónvarpinum í næsta ár, sigur Eyðfinn Jensen.
---
Ein dreymur gerst veruleiki
FMA Føroysku tónlistavirðislønirnar er ein dreymur, sum gerst veruleiki, sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum
Norðurlandahúsið er ein av trimum høvuðsfyriskiparum av Føroysku tónlistavirðislønunum. Sif Gunnarsdóttir er stjóri, og hon er ovurhondsfegin um, at tiltakið verður til nakað.
- Hetta er ein dreymur, sum gerst veruleiki. Hetta er sera stórt. Og eg eri glað fyri, at vit kunnu skapa fysisku karmarnar og eru við í fyrireikandi partinum. Á tann hátt eru vit eisini við at skapa og fyrireika hetta tiltakið, sum kann vísa seg at verða serstakliga umráðandi fyri føroyskan tónleik, segði Sif Gunnarsdóttir við Rás2, tá fyrsti kunnandi fundurin hevði verið í Miðlahúsinum.
Gott samstarv
Norðurlandahúsið samstarvar við Miðlahúsið og Kringvarp Føroya um Føroysku tónlistavirðislønirnar, sum verður tann 15. mars.
- Tónleikurin hevur fingið Miðlahúsið og Kringvarpið at standa saman. Tað er fantastiska flott, og tað kunnu tey vera errin av. Tey hava sett innanhýsis kapping til síðis, tí tey halda, at tónleikurin er nógv meiri umráðandi enn tað, vísti Sif Gunnarsdóttir á.
Elskar føroyskan tónleik
Sif Gunnarsdóttir hevur síðani hon kom til Føroya gjørt nógv fyri at seta seg inn í føroyska mentanarlívið.
- Eg havi verið til nógvar konsertir síðani eg kom. Eg var eisini á G! og á Summarfestivalinum. Fyri at læra eitt samfelag at kenna, so mást tú læra mentanina har, sigur Sif Gunnarsdóttir, sum við Norðurlandahúsinum, Miðlahúsinum og Kringvarpi Føroya fer at skipa fyri stóra tónlistatiltakinum, Føroysku tónlistavirðislønirnar, sum verður í Norðurlandahúsinum tann 15. mars.
---
Slóðbrótandi samstarv
FMA Gissur Patursson, sum marknaðarførir føroyskan tónleik, heldur samstarvið millum fyriskipararnar av Føroysku tónlistavirðislønunum er slóðbrótandi
Gissur Patursson hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum í mong ár. Hann er avgjørdur, tá hann verður spurdur um týdningin av samstarvinum, sum Miðlahúsið og Kringvarpið eru farin undir saman við Norðurlandahúsinum.
- Hetta er ógvuliga gleðiligt. Og slóðbrótandi er tað, at Berlinmúrurin millum tveir miðlar tykist vera fallin, tí stóri vinnarin tá er tónleikurin og tónleikararnir, sigur Gissur Patursson.
Planet Awards var umráðandi
Við Føroysku tónlistavirðislønunum er Planet Awards, sum Miðlahúsið skipaði fyri, farið í søguna. Gissur Patursson heldur, at hetta gevur tiltakinum nakrar serliga møguleikar.
- Talvan er rein nú. Planet Awards hevur havt sína tíð, og tað var eisini sera gott tann tíð tað var. Eg havi verið til Planet Awards, sum hevur verið hildið sera nógva staðni. Men líkamikið um tað var í Miðlahúsinum, á Hotel Føroyum ella í Rex, so var tað altíð ein stuttligur dagur og ein góður stemningur. Nú verður tað so eitt heilt nýtt tiltak, og tá er tað umráðandi, at vit fáa allar sjangrur við. Og at Norðurlandahúsið er við og tiltakið verður har, tað er fantastiskt, heldur Gissur Patursson.
---
Tónleikur savnar fólk
FMA Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, heldur Føroysku tónlistavirðislønirnar vera eina spennandi verkætlan, sum fer at savna fólk
Rólant Waag Dam
Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, hevur drúgvar royndir við at skipa fyri stórum konsertum og tónleikatiltøkum. Hann heldur, at Føroysku tónlistavirðislønirnar er ein spennandi verkætlan.
- Vónandi fer alt at rigga væl, so tað kann blíva uppaftur betri til næsta ár aftur. Tað hevur alt at siga, at vit standa saman um tiltakið og møta upp, ella lurta heim við hús. Tónleikur kann um nakað savna fólk. Fótbóltur savnar fólk, tað síggja vit, men tað kann tónleikurin í minst líka stóran mun, tí tónleikur fevnir um so nógvar sjangrur og er fyri allar aldursbólkar, heldur Ólavur Larsen.
Av somu orsøk vónar Ólavur Larsen, at rúm verður fyri øllum sjangrum á FMA.
- Tað haldi eg hevur stóran týdning. Men tað verður torført hjá dómsnevndini, tí føroyskur tónleikur er á høgum støði, sigur Ólavur Larsen.










