Spónhylur er ein náttúruperla

Viðareiði er helst tann bygdin í Føroyum, sum er broytt mest í útsjónd í nýggjari tíð og upp á lutfalsliga stutta tíð.

Viðareiði er helst tann bygdin í Føroyum, sum er broytt mest í útsjónd í nýggjari tíð og upp á lutfalsliga stutta tíð. Bygdin og útsýnið úr bygdini hevur altíð verið vakurt, og broytingin hevur bara gjørt umhvørvið kring bygdina enn vakrari.

 

Tá tú í bili nærkast Viðareiði og sært oman yvir bygdina, sært tú samstundis tríggjar stórar hyljar, sum eru bygdir á tí, sum áður var vátlendi og sum gjøgnum mong ár hevur merkt hetta økið í bygdini, rópt Spónhylur.

 

Viðingar siga, at hetta økið hevur ikki verið til nógva nyttu, tí tað hevur verið so vátt. Vátlendið hevur ikki latið seg drenað burtur, soleiðis sum lendið liggur, og tað er komið fyri, siga viðingar, at eitt nú neyt, sum hava gingið her, eru vorðin føst í lendinum.

 

Nú er alt hetta økið umskapað til eina stóra og sera vakra náttúrulund við stórum hyljum, gøtum, smáum brúm og torgi.

 

Tað er ein áhugabólkur, sum stendur aftan fyri hesa verkætlan, og Viðareiðis kommuna hevur fingið í lag sáttmála við Búnaðarstovuna um leigu av hesum øki í 30 ár við møguleika fyri leingjan.

 

Nakrir festarar sótu á hesi jørðini, ið ikki var serliga vælegnað til landbúnað. Nú byggifelagið Articon hevur bygt Viðareiðistunnilin og hevur havt nógvar maskinur í økinum, hevur verið høgligt at fingið hetta arbeiði gjørt.

 

Viðingar fegnast um tað stóra arbeiðið, sum er gjørt. Umframt hesar tríggjar hyljarnar, hevur økið eisini fingið heyggjar, sum skulu bróta vind og torg.

 

Herfyri gróðursetti bygdarfólkið eini 2000 trø og runnar á bakkunum kring torgið, og ætlanin er at gróðurtseta nøkur túsund aftrat. Hetta verður í fyrsta lagi eitt trivnaðar-og náttúruøki til alt fólkið.