Spælt gittara í 10 ár

Maiken Háberg Hansen er ein av fáu kvinnuligu tónleikarunum, sum luttekur á Prix Føroyum í ár. Hon spælir gittara í bólkinum Crashwave, sum leygarkvøldið, ikki megnaði at sleppa víðari. Maiken hevur spælt gittara í yvir 10 ár, og heldur hon, at konufólk eiga at liggja framvið fyri at sleppa at spæla í einum bólki

? Eg eri von at spæla saman við mannfólki, og havi gjørt tað í fleiri ár, sigur Maiken Háberg Hansen, sum er ein av fáu konufólkunum, sum luttaka á Prix Føroyum í ár. Maiken hevur sjálv spælt gittara í 10-11 ár, og heldur hon, at Prixið er alt ov mansdominerandi.
? Eg veit ikki, hví tað er soleiðis, men tað er í øllum førum ikki tí konufólk eru minni musikalsk enn mannfólk. Tað er keðiligt, at tað ikki broytist upp ígjøgnum tíðirnar, soleiðis at vit fáa meira konufólk við, heldur Maiken.
Bólkurin, sum Maiken spælir við eitur Crashwave, og spælir hon har bæði akkustiskan og elektriskan gittar.
? Tað er stutt síðani eg yvirhøvur byrjaði at spæla akkustiskan gittar. Eini tvey ár síðani ella so. Mær hevur altíð dámað betri tann elekstriska, tí har kanst tú gera meira við effektum og so víðari.

Lata eyguni upp

Maiken heldur, at tað er harmiligt, at ikki fleiri konufólk eru við. Hennara boð er, at konufólk eiga, at liggja framvið fyri at sleppa at spæla í bólkum, og mannfólkini eiga at lata eyguni upp fyri hinum 50%.
? Kanska man kundi stovnað eitt kvinnuligt tónleikafelag, men eg gangi inn fyri javnstøðu, ikki serstøðu, sigur Maiken, sum leggur afturat, at sjálvt um konufólk sum oftast spæla tvørfloytu, horn, klaver og so framvegis, so eru hetta ljóðføri, ið væl kunnu brúkast í rokki
? Alt kann brúkast í rokki í dag, sigur Maiken.
? Teir í bólkinum eru eisini stoltir av at hava meg sum gittarspælara. Men gentur mugu eggjast meira.
Crashwave slapp ikki víðari í Prix Føroyum, men heldur Maiken, at tað gekk heilt væl at spæla.
? Tað gekk ok, ikki super, men fínt. Sjálv kundi eg gjørt okkurt betri, men soleiðis er tað jú altíð, sigur Maiken at enda.