Í fyrsta umfari verður spælistovan í kjallaranum í Meinigheitshúsinum í Havn bert ein roynd, men eftir uppmøtingini hósmorgunin at døma fær tiltakið góða undirtøku. Eini 60-70 børn, ið einki kommunalt ansingartilboð hava, umframt foreldur teirra møttu upp til fyrsta fundin, sum Tórshavnar býráð beyð til fyri at lodda dýpið.
- Tað var sera hugaligt at síggja, at fólk taka so væl undir við tiltakinum. Foreldur og børn vóru væl uppløgd og tey tóku fult undir við ætlanini um eina spælistovu, sigur Heðin Mortensen, formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð.
Spælistovan letur upp hálvan næsta mánað, føstulávintsmánadag. Hon verður opin mánadag, mikudag og hósdag frá kl. 9.00 til kl. 12.00. Tiltakið kostar foreldrum einki. Býráðið hevur sett 100.000 krónur av til spælistovuna og fyri hesa upphæddina verða ymsir hentleikar og leika keypt.
Spælistovan er fyrst og fremst ætlað teimum børnum, ið einki ansingartilboð hava.
- Hetta tiltakið skal kortini ikki fatast sum um vit ikki ætla at gera meiri fyri hesi børnini, sigur Heðin Mortensen.
Onki starvsfólk verður sett beinleiðis at taka sær av børnunum, men ein persónur er, sum hevur eftirlit við hølunum. Neyðugt verður tí, at foreldur ella onnur vaksin eru við børnunum.
Í summar verður støða tikin til, um spælistovan heldur fram - tað velst um undirtøkuna hon fær, og tá verður samstundis gjørt av, um broytingar skulu gerast..
- Foreldrini settu nøkur ynski fram, eitt nú um at hava opið seinnapart. Eisini varð spurt um tað ber til at gera eitt útispælipláss í nánd av Meinigheitshúsinum og tað er avgjørt vert at umhugsa. Men til í summar verða ongar broytingar gjørdar, sigur Heðin Mortensen.