Spælistova til børn

Peningur er játtaður og hósmorgunin loddar Tórshavnar býráð dýpið millum foreldur fyri at vita, hvussu stórur áhugi er fyri spælistovuni.

Sosiala nevnd hjá Tórshavnar býráð hevur gjørt av at lata upp eina spælistovu til børn í kommununi, sum ikki hava kommunalt ansingarpláss. Avtala er gjørd við Meinigheitshúsið at brúka kjallarahølini til tess.

Fyribils er ætlanin, at spælistovan verður opin tríggjar dagar um vikuna frá kl. 9.00 til kl. 12.00.

Endamálið við spælistovuni er at bjóða børnum, sum onki kommunalt ansingartilboð hava, møguleikan at koma saman við onnur børn. Onki starvsfólk verður sett beinleiðis at taka sær av børnunum, men ein vaksin persónur er, sum hevur eftirlit við hølunum. Neyðugt verður tí, at foreldur ella onnur vaksin eru við børnunum.

- Fíggjarnevndin hevur játtað 100.000 krónur til tiltakið og meginparturin av teirri upphæddini verður brúktur til leiku, sigur Heðin Mortensen, formaður í sosialu nevnd.

Fyri at kunna gera sær eina meting av, um hetta tilboð hevur áhuga og møguliga, hvussu nógv taka undir við tí, kallar býráðið foreldur og børn inn til fundar í Meinigheitshúinum hósdagin kl. 9.00.