Postverkið
Tá Postverkið seinast framdi eitt spariumfar, stóðst harður orðadráttur millum Postverksleiðsluna og Starvsmannafelagið. Hetta tí fakfelagið als ikki kundi góðtaka framferðina hjá Postverkinum í málinum, sum tey søgdu ikki var eftir spælireglunum.
Men tann vandin tykist vera munandi minni hesaferð.
- Vit eru sjálvandi ikki fegin um uppsagnirnar, men vit hava verið kunnað allan vegin í tilgongdini. Og her hevur okkara lutur so verið at tryggjað, at alt er farið fram eftir forskriftunum, sigur Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum.
Saman við øðrum umboðum hjá felagnum var Selma Ellingsgaard, forkvinna, í dag á fundi við uppsøgdu starvsfólkini á Postverkinum, har tey millum annað kanna eftir, um framdu uppsøgnirnar eru rætt grundgivnar og um reglurnar annars eru fylgdar.










