Spælireglurnar eru ikki galdandi í samgonguni

Samgonguskajlið ger greitt, at Fólkaflokkurin eigur formannin í fíggjarnevndini. Hinvegin eru spælireglurnar í samgonguskjalinum eftir øllum at døma ikki galdandi longur.

Tað sigur John Johannessen, politiskur formaður á tingi fyri Javnaðarflokkin.

Annfinn Kallsberg takkaði fyri seg sum løgtingsmaður í gjár. Hann var formaður í fíggjarnevndini, og ætlanin hjá Fólkaflokkinum er, at Jørgen Nicalsen tekur við starvinum.

- Framferðarhátturin hjá Fólkaflokkinum er margháttligur. Flokkurin umskipar eina stjórn, uttan at boða hinum samgonguflokkunum frá. Tá Fólkaflokkurin ikki spælir eftir reglunum, seta vit spurnartekin við, um spælireglurnar eru galdandi fyri okkum. Gjørdi Fólkaflokkurin rætt, hevði hann kallað valbólkin saman og greitt frá, at nú hevði Annfinn Kallsberg takkað fyri seg, og at teir skjóta upp, at Jørgen Niclasen tekur við. Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum er eisini ein møguleika, og vit vísa ikki aftur, at vit stuðla tí avgerðini, sigur John Johannessen.

Hann leggur afturat, at Javnaðarflokkurin hevur ikki mist meira álit á Fólkaflokkinum eftir umskipanina í gjár.

Valbólkurin millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Miðflokkin skal velja Jørgen Niclasen sum lim í fíggjarnevndini, áðrenn nevndin eftir lutfalsvalháttinum velur nýggjan formann.