Spælir við tankan um at selja risastóran bygning í Havn

– Tað er væl trúligt, at áhugi er fyri at keypa, sigur formaðurin í Vinnunevndini hjá býráðnum

Nú verður risastóra Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn, kanska selt. Tað er í hvussu so er ein tanki, sum Bogi Andreasen, býráðslimur, og formaður í vinnunevndini hjá býráðnum, er farin at spæla sær við.

Hann sigur, at býráðið leigar bygningin út, men hann ásannar, at tað er ikki vanligt virksemi hjá eini kommunu at fáast við at leiga bygningar út.

Hann vísir eisini á, at leigan gevur fitt av inntøku, so hann rættiliga vísur í, at áhugi er hjá privatum at keypa, serliga nú rentan er so lág, at tað enntá kostar at hava pengar standandi í bankanum.

Hann sigur, at hóast bygningurin verður seldur, fer hann ongan veg, tí hann verður sjálvsagt verandi í Havn. Men verður hann seldur, kann kommunan hinvegin fáa eina stóra peningainnspræning, sum kann brúkast til onnur endamál.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Boga Andreasen greiða frá, at sølupengarnir kundi verðið brúktir til. Hoyr hann eisini greiða frá, hvørjar tankar hann ger sær um risastóra bygningin hjá gamla Bacalao, sum er beint við síðurnar av og har einir 7.000 fermetrar eru til taks. Eitt hugskot er at gera ein part av honum til ein innandura sølumarknað, har fólk kunnu koma at selja alskyns vørur.