Gullbrakið
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu undan endaspælinum í fjør hevði Jónleif Sólsker meira ella minni tikið avgerð um, at nú var slutt við hondbólti í fremstu føroysku røðini.
Heilt endaligt var tað tó ikki, tí til steypafinaluna móti StÍF vóru aftur boð eftir honum, men eftir tann dystin, kom staðfestingin. Nú skuldi talan bara um hyggehondbólt á øðrum liði.
Ein maður hevur tó eina støðu, til ein nýggj verður tikin, og síðani í heyst hevur Jónleif Sólsker so verið partur av Kyndils-liðnum. Og leiklutur hansara á liðnum er vorðin alt meira týðandi. Somikið týðandi, at hann í dag kann gerast lyklaleikarin í dystinum, sum ? um væl vil til ? endar við einum tíggjunda meistaraheiti í 1. deildarhondbólti fyri hansara viðkomandi.
Stuttleikin dregur
Eftir venjingina hjá Kyndli hóskvøldið fingu vit orðið á Jónleif, og vit spurdu hann, hvørt møguleikin fyri 10. gullinum var tað, sm dróg mest, tá hann í heyst aftur kom upp í 1. deildarhópin.
- Nei. Tað hugsaði eg slettis ikki um. Eg fór við, tí eg helt meg framvegis kunna fylgja við, og ikki minst, tí tað er stuttligt. Hatta við 10. gullinum hava onnur tosað um, men tað skerst tó ikki burtur, at tað eisini er komið í tankarnar, so hvørt sum árið er liðið. Og nú er møguleikin so til staðar.
Er tað ikki eisini okkurt við, at tað kann vera tungt at sleppa einari tilverju í hondbóltsoddinum, tá tú so leingi hevur verið partur av hesum?
- Sjálvandi er tað tað. Eg havi verið partur av fyrstudeildarhondbólti í 20 ár, og yvirhøvur hevur hondbóltur verið ein somikið stórur partur av lívinum hjá mær, at eg kanska ikki visti av, hvussu tungt tað fór at verða at sleppa hesum.
Men verður talan um sigur leygardagin, og harvið 10. gullinum. Fert tú so endaliga at siga farvæl.
- Nei, tað geri eg ikki. Tað havi eg sagt einaferð, og tú sært úrslitið. Nú spæli eg bara, so leingi sum eg tími og kann. Um eg gevist eftir dystin leygardagin, ella takið okkurt tørnið afturat. Tað ferð so bara tíðin at vísa, sigur altso Jónleif Sólsker at enda.
mynd: Jónleif
So leingi tað er stuttligt, so ætlar Jónleif sær at halda á fram við hondbóltinum