– Talan er um sama knæ, sum hevur verið skurðviðgjørt, men helst sita onkur petti av meniskinum eftir. Talan er ikki um nakra stóra skurðviðgerð, men eg spæli nokk ikki aftur fyrr enn í januar mánaði, sigur Jórun. Umframt komandi dystirnar við Kyndli verður hon soleiðis heldur ikki við til komandi venjingarnar hjá kvinnulandsliðnum.










