Spælir gittar í Havnar Kirkju leygardagin

Leygardagin klokkan 11.30 verður enn einaferð summarmatiné í Havnar kirkju.

Har fer gittarleikarin, Ragnar Olsen, at spæla tónleik eftir Kára Bæk, Alexandre Tansman og Villa Lobos.

Ragnar Olsen er útbúgvin gittaristur við diplom frá Vestjysk Musikkonservatorium undir leiðslu av Jørgen Bjørslev.

Hann er virkin sologittaristur og kamartónleikari. Hann er gittarlærari á Musikkskúla Føroya, samstundis sum hann er leiðari fyri Sandoyar Musikkskúla.

Í Havnar Kirkju fer hann at spæla verkið Myndir eftir Kára Bæk, verkið, Suite, in modo de polonico, eftir Alexandre Tansman og Trý Stykki eftir Villa Lobos