Klaksvíkar kommuna hevur nú fríðkað spæliplássið Úti í Víkunum.
Í gomlum døgum var nógvur aktivitetur á spæliplássinum Úti í Víkunum, men plássið hevur liðið meiri ella minni órøkt og óvirkið tey seinastu árini. Nú er hetta broytt, eftir at Klaksvíkar kommuna herfyri avgjørdi at fríðkast skuldi kring gamla spæliplássið.
Spæliplássið er aftur komin til sín rætt við fleiri leikum, beinkjum, borðum og hugnaligum blómukassum.
Tað hevur stóran týdning fyri býin at hann verður væl hildin, og at verandi økir gerast vakrari. Orsøkin til, at júst hetta økið verður fríðkað, er tí at fleiri barnafamiljur eru komnar aftur í økið, samstundis sum vit eru væl vitandi um, at barnagarðar og onnur hava brúk fyri einum staði har tey kunnu hugna sær. Her er møguleiki at seta seg niður við einum matpakka, fáa eitt prát, síggja børnini spæla ella bara rinda møðina eina løtu.
Økið er fyrst og fremst gjørt til hugna og vanligt spæl, og er ikki ætlað til bóltspæl og annan ítrótt.
Vónandi taka borgarar væl ímóti nýggja staðnum, sum avgjørt fríðkar um henda gamla og hugnaliga býlingin Úti í Víkunum.
Á myndunum eru tað. m.a., Jógvan Skorheim og Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, ávikavist formaður og næstformaður í mentanarnevndini hjá Klaksvikar Býráði