Spælipláss til Bryan ikki avtalað enn

Hóast heimasíður hjá konsertfyrireikarum siga, at Bryan Adams skal spæla á Tórsvølli, so er enn eingin avtala gjørd um, hvar kendi kanadiumaðurin skal spæla Sambært heimasíðuni www.concerts.dk, verður Bryan Adams at síggja á palli á Tórsvølli tann 4. juni. ?Torshavn Stadium, Faroe Islands? stendur upplýst sum spælistað har.

Hetta er tó ikki heilt rætt, tí enn er ikki endaliga avgreitt, hvar Bryan Adams skal spæla, sigur Dennis Holm, ein av fyrireikarunum av konsertini við Bryan Adams í Føroyum, tá vit vilja hava hann at vátta tíðindini.

? Sjálvandi skal hann spæla á einum stórum plássi, á onkrum sum minnir um eitt stadion. Tað hava fólkini handan Bryan Adams eisini fingið at vita, sigur Dennis Holm. Hann leggur aftrat, at tey allatíðina hava arbeitt við at fáa upp á pláss, hvar stóra konsertin skal vera, og at tað gera tey framvegis.

Somuleiðis sigur Dennis Holm, at tað gongur væl við atgongumerkjasøluni.

? Tað gongur fínt og eg vil siga, at tað er komið so langt nú, at fólk skulu skunda sær, um tey ynskja at keypa eitt atgongumerki, sigur Dennis Holm.