Spælimenninir til Japan

Spælimenninir eru ein av teimum føroysku bólkunum, ið hevur ferðast mest kring heim við tónleiki sínum. Í 2008 gongur leiðin til Japan saman við fiolleikaranum Angeliku Nielsen.

Langt áðrenn Eivør, Teitur, Týr, Høgni og Lena fóru útum landoddarnar var føroyskur fólkatónleikur á konsertferðum kring heimin. Her hava spælimenninir verið eitt av best umtóktu og virknastu umboðunum fyri føroyskan tónleik. Tí er tað sera hóskandi, at tað er júst hesin bólkur, ið hevur fingið møguleikan at verða fyrsti føroyski bólkurin, ið spælir í Japan. Konsertferðin verður sambært Kristiani Blak í 2008 og er komin í lag í samstarvi við Natsuko Terada úr felagsskapinum Harmony Fields, ið arbeiðir við at útbreiða norðurlendskan tónleik í Japan.
Felagskapurin setti seg herfyri við TUTL og bað um fløgur og dvd’ir við føroyskum tónleiki. Á hendan hátt kom konsertferðin í lag. Kristian Blak vónar, at hetta verður fyrsta konsertin av fleiri.
Spælimenninir, borga fyri eini framúr uppliving hvørja ferð. Festligi og trøllakendi spælimanstónleikurin kann fáa næstan ein og hvønn í gott lag. Tú kanst trampa, dansa ella hoppa, men illa standa stillur ella still, tá hendan orkumaskina setur futt í. Bólkurin spælir siðbundnan og modernaðan norðurlendskan og amerikanskan fólkatónleik. Hetta hava útlendskir fyrireikarar av fólkatónleikatiltøkum langt síðan latið eyguni upp fyri.
Spælimenninir hava spælt saman í fleiri enn 20 ár og hava verið á nógvum konsertferðum í Danmark, Svøríki, Orkunoyggjunum, Hetlandi, Skotlandi, Fraklandi, Finlandi og USA, har tey millum annað hava spælt á fólkatónleikafestivalum og øðrum konsertstøðum. Eisini hevur bólkurin spælt inn 8 útgávir. Nógvar av hesum hava selt sera væl í útlandinum.
Manningin hevur verið heldur skiftandi hesi árini, men ávís nøvn ganga aftur - kanska serliga Kristian Blak, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen eru vorðin ímyndin av bólkinum. Men seinnu árini er unga Angelika Nielsen vorðin ein afturvendandi spælimaður. TUTL lýsir konsertferðina í Japan, sum Spælimenninir við Angeliku Nielsen.
Frálíka fiólspælið hjá Angeliku ger, at hon telist millum bestu yngru føroysku fiólleikarar.
Áhugin fyri føroyskum tónleiki í Japan byrjaði í fjør. Kristian Blak segði í vár við Sosialin, at í desember, januar og februar sendi plátufelagið TUTL pakkar við tilsamans 250 føroyskum fløgum til fløguhandilin Garden Shed í Tokyo. Talan var um fløgur við Eivør, Klakki, Enekk, Piniartut, Týr, Kára Sverrisyni, Clickhaze, Yggdrasil og sjálvt gomlu fólkatónleikaútgávuni Gluggamynd hjá Glataðu spælimonnunum og Sjómansrímur hjá Hans Andrias Djurhuus.