Spælimenn spælið!

Legendariskir spælimenn verða heiðraðir í Gøtu leygarkvøldið

Tað eru liðin 40 ár, síðani Spælimenninir í Hoydølum fóru at spæla saman.
Spælimenninir í Hoydølum var stovnaður sum spælimannabólkur á studentaskúlanum í Hoydølum í 1974. Beinanvegin var eftirspurningur at fáa bólkin at spæla til dans og konsert. Nærum hvørt vikuskifti í trý ár var spælt í Vági, Fuglafirði, Klaksvík, Skálavík, Sørvági, Nólsoy, Vestmanna, Tvøroyri, nógvastaðni í Havn, í Húsavík og á Sandi.
Spælimenninir gjørdist so við og við til eitt savningarstað, eisini fyri fólkatónleikarar úr øðrum londum. Tónleikarar úr Skotlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og USA hava verið partur av Spælimonnunum í Hoydølum, og verða fleiri teirra eisini við til heiðurstiltakið, sum nú verður í Gøtu.
Í 1977 vóru Spælimenninir á fyrsta sinni á konsertferð uttanlands og hava síðani ferðast kring allan heimin og spælt.
Leygarkvøldið verður Spælimenninir heiðraðir í Gøtu á tiltaki, ið verður kallað Vársfólk. Luttakandi bólkarnir verða Spælimenninir í Hoydølum 1974 - 1978, Spælimenninir 1978 - 2014, Kvonn, Nólsoyar Spælimenn og Alister & co.
Spælimansbólkarnir fara at spæla nakrar húskonsertir í nøkrum heimum í Syðrugøtu frá kl. 20.00 til kl. 22.00. Frá kl. 22.30 verða konsertir og dansur við somu bólkum í Tøting.