Spælimenn og globala upphitingin

Mánadagin 23. februar gevur Postverk Føroya út nýggj frímerki. Eitt smáark við átta frímerkjum, sum ímynda skaldsøguna hjá Williami Heinesen, Glataðu spælimenninir, og eitt smáark og tvey frímerki við heitinum "Global Warming".

Arkið við glataðu spælimonnunum hevur Óli P. teknað, meðan Edward Fuglø hevur lagt útgávuna "Global Warming" til rættis.


Skaldsøgan Glataðu spælimenninir frá 1950, ið er uppbygd av fýra satsum eins og eitt tónaverk, er eitt høvuðsverk hjá Williami Heinesen og er týdd til mong mál. Hon kom út á føroyskum í 1975 í týðing eftir Heðin Brú. Søgan fer fram fyri og eftir aldaskiftið 1900 í einum lítlum býi, ið minnir nógv um Havnina, skrivar Turið Sigururðardóttir professari m.a. í sambandi við frímerkini um Glataðu spælimeninar.


Bogi Hansen, havfrøðingur, skrivar m.a. í sambandi við frímerkini um globalu upphitingina:

Veðurlagið á jørðini er í ferð við at broytast, og tað er av mannaávum. Tað ber ikki til at steðga heimsins veðurlagsbroytingum í einum. Vit hava órógvað javnvágina í veðurlagnum, og tað tekur tíð at rætta hana upp aftur. Ein bilur heldur fram eina góða løtu aftan á, at tú trýsti á bremsuna, og soleiðis er eisini við veðurlagnum. Tað er neyðugt at trýsta á bremsuna, áðrenn vandin er heilt eyðsýndur. Og tað ber til at bøta tær ringastu avleiðingarnar. Fáa vit steðgað vøkstrinum í útláti av koldioxidi og øðrum líknandi evnum, so verða avleiðingarnar seinni í hesari øldini ikki so ógvisligar.


Virðini á frímerkjunum eru 6,00 og 8,00 kr.