Spælimenninir, borga fyri eini framúr uppliving hvørja ferð. Festligi og trøllakendi spælimanstónleikurin kann fáa næstan ein og hvønn í gott lag. Tú kanst trampa, dansa ella hoppa, men illa standa stillur ella still, tá hendan orkumaskina setur futt í. Bólkurin spælir siðbundnan og modernaðan norðurlendskan og amerikanskan fólkatónleik
Spælimenninir hava spælt saman í fleiri enn 20 ár og hava verið á nógvum konsertferðum í Danmark, Svøríki, Orkunoyggjunum, Hetlandi, Skotlandi, Fraklandi, Finlandi og USA, har tey millum annað hava spælt á fólkatónleikafestivalum og øðrum konsertstøðum. Eisini hevur bólkurin givið 8 fløgur út.
Manningin hevur verið heldur skifandi hesi árini, men ávís nøvn ganga aftur - kanska serlig <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kristian Blak"$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen eru vorðin ímyndin av bólkinum. <BR>