Spæliloyvið neyvan flutt

Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, avsannar, at tað er sjálvt málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen, sum skal viðgerðast, nú Kappingarnevndin av nýggjum skal hyggja at reglunum um flytingarvindeyga.

- Vit fingu eina áheitan, sum var undirskrivað av 13 feløgunum, og hesa hava vit sjálvandi tikið í álvara. Málið er viðgjørt í starvsnevndini, og vit hava gjørt av, at Kappingarnevndin skal viðgera hetta.

- Men tað merkir ikki, at Kappingarnevndin skal viðgera spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen. Nevndin fer neyvt at greina allar reglur kring flytingargluggan, og tá hetta er gjørt, fáa tey 13 feløgini sjálvandi svar upp á sítt skriv, sigur Høgni í Stórustovu.