Spæliloyvið hjá Eyðun liggur í Danmark

Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so hevði B36 eftir øllum at døma eins og KÍ nýtt ólógligar leikarar, tá ið teir spældu seg víðari í steypakappingini. Hetta verður nú váttað av FSF, sum fer at taka málið upp.

Talan var um Eyðun Højgaard hjá B36, sum ikki hevur fingið spæliloyvi upp á pláss, hóast hann hevur verið við bæði í steypasigrinum á Skála og í ósigrinum móti NSÍ 2. páskadag í Formuladeildini.

UEFA-reglarnar eru greiðar
Á umsitingini hjá FSF verður váttað, at spæliloyvið hjá Eyðun Højgaard varð flutt úr Føroyum tann 31. august í fjør, og at tað ikki er komið aftur til Føroya.
Umboð fyri UEFA søgdu í blaðnum í gjár, at reglarnar hjá europeiska fótbóltssambandinum eru ógvuliga greiðar. Um eitt lið nýtir ólógligan leikara, verður viðkomandi lið dømt at tapa dystin 0-3, og tað hevur einki at siga, um talan er um snýt ella eitt mistak, segði pressustjórin hjá UEFA, Frits Ahlstrøm, í gjár.
Hetta vil siga, at um kappingarnevndin hjá FSF skal fylgja reglunum hjá UEFA, so verða bæði KÍ og B36 tveitt úr steypakappingini. Harumframt skal B36 tapa 0-3 móti NSÍ ístaðni fyri 0-1, sum úrslitið gjørdist 2. páskadag, tí tá var spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard framvegis ikki komið upp á pláss.

Lagnudagur hjá KÍ og B36
Kappingarnevndin hjá FSF fer allarhelst at hava fund í kvøld, har støða verður tikin til, hvørja revsing KÍ og B36 skulu hava fyri at hava nýtt ólógligar leikarar.
Tað er einki at taka seg aftur í, at bæði í Havn og Klaksvík sita fleiri mans, ið eru rættuliga heitir um skallan, og óivað eru tey mong, sum við spenningi bíða eftir avgerðini hjá kappingarnevndini.
Um so er, at niðurstøðan verður tann, at bæði liðini verða tveitt úr kappingini um Løgmanssteypið, so er lítið at ivast í, at avgerðin verður kærd til dómsnevndina hjá FSF, og so gongur aftur ein tíð, áðrenn nøkur endalig niðurstøða fyriliggur.
Kappingarnevndin hevur tó fordømir at halda seg til. Fyri tveimum árum síðani var AB dømt at hava nýtt ein ólógligan leikara í dysti móti Sumba, og tá vóru argjamenn dømdir at tapa dystin, sum teir annars vunnu 2-0.
Tá ið Jákup Mikkelsen á sinni vardi málið hjá Herfølge, var hann einaferð í Føroyum og leikti ein steypadyst við KÍ. Jákup fór síðani niður aftur og vardi málið hjá Herfølge í dysti móti AGF stutt eftir, sum Herfølge vann. Men spæliloyvið hjá landsliðsmálverjanum var ikki komið aftur til Danmarkar, og tí var Herfølge dømt at tapa dystin.