Venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, hevur eftir øllum at døma lagt skógvarnar á hillina fyri at taka sær av venjarastarvinum í Neistanum. Men tá vit spurdu hann, um hann nú var givin at spæla hodbólt á hægsta stigi, var svarið frá venjaranum tó ikki heilt greitt. – Eg gavst í Vestmanna eftir síðsta kappingarár, og nú ætli eg mær at fokusera upp á mína venjarauppgávu her í Neistanum. Eg kann tó siga, at spæliloyvi hjá mær er flutt til Neistan, legði Ingi afturat við einum brosi.