Aftankvirra við fløytubólkinum Útnyrðingi verður í Hósvíkar kirkju 20. juni klokkan 20. Tiltakið verður fyriskipað sum liður í venjingargongdini hjá bólkinum, nú tey um nakrar dagar fara til Skotlands á konsertferð.
Tað verður hin 28. juni, at floytubólkurin fer til Skotlands, og nú tey fara at hava aftankvirru í Hósvíkar kirkju í annaðkvøld, bjóða tey øllum hjartaliga vælkomnum í nýumvældu og vælljómandi kirkjuna.
- Við aftankvirruna fara vit at deila okkara spæligleði við tey, sum koma at lurta, og vit fara at spæla partar av skránni, sum vit áhaldandi arbeiða við, siga tey í floytubólkinum Útnyrðingi.










