Tað var ein rímiliga væl nøgdur føroyskur landsliðsvenjari, sum Tróndur Arge fekk orðið á eftir dystin hjá Føroyum í dag móti Rumenia.
Føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, segði í samrøðu við Trónd Arge, at spælið í dag riggaði betri, enn tað gjørdi ímóti Ukreina í gjár, og at føroysku leikararnir eisini stóðu seg betrií verjuspælinum.
Tó var eitt kritikk punkt hjá landsliðsvenjaranum, og tað var, at royndirnar ímóti málinuym hjá føroyingunum kundu havt verið betri. Dysturin hjá Føroyum móti Rumenia í dag endaði við 28-20 sigri til Rumenia.
Við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra samrøðuna, sum Tróndur Arge gjørdi við Sonna Larsen eftir dystin í dag.