Heðin Askham og Gunnar Mohr vildu hava gamla HB hugburðin fram á Vágseiði. Vinnara hugburðurin átti ikki at verið so langt burtur, tí tað var ikki minst hann, sum var orsøk til, at HB í fjør megnaði at stríða og spæla seg til meistaraheitið.
HB liðið royndi at stríðast, men teir megnaðu ikki at fáa bilbukt við VB/Sumba, sum rættiliga hevði latið seg í arbeiðsklæðini og avgjørt átti sín lut í stríðnum.
Serliga í 1. hálvleiki var lítið flótandi fótbóltsspæl at síggja. Karmarnir vóru ikki til tað. Tað var nógvur vindur vestur eftir vøllinum, og tað darvaði, so tað stóð eftir í.
Dómarin ivaðist í, um tað yvirhøvur vóru umstøður at spæla, men hann og liðformenninir báðir samdust um, at tað bar til at royna. At vindurin var nógvur, sást eitt nú aftur í, at eftir eina rúgvu av málspørkum frá Tróndi Vatnhamar fór bólturin út av vøllinum.
Eftir steðgin, tá ið VB/Sumba hevði ættina ímóti, var vindurin linkaður rættuliga fitt, og tá var meiri fótbóltsspæl at síggja, enn tað hevði verið.
Heimaliðið sat so rudduliga á øllum í 1. hálvleiki. HB var eina ella tvær ferðir í brotsteiginum frammanfyri Vlada Filipovic.
Í hinum endanum nýttist HB málverjin, Tróndur Vatnhamar, ikki at keða seg í hvassa vindinum. Heimaliðið hevði nógvar atsóknir, og Tróndur var sannur brandur. Størstu bjargingina framdi hann, tá ið sentrali miðvallarin Jákup Olsen royndi seg við rimmar skoti útifrá. Bólturin tóktist hava beina kós í málið, men Tróndur stórbjargaði.
Kolldømdi mál
Eftir steðgin var HB væl betri við, uttan at heimaliðið nakrantíð var undir trýstinum, sum teir í 1. hálvleiki høvdu havt á gestunum. Eftir steðgin spældu teir í HB seg til møguleikar. Vandamiklastu royndina hevði fyrrverandi VB/Sumba spælarin Mortan úr Hørg. Eitt vet frammanfyri miðstrikuna smekkaði hann til, bólturin brast í tvørtræið og niður í vøllin aftanfyri Vlada Filipovic, men linjuverjin helt ikki, at bólturin hevði verið innanfyri strikuna.
Í yvirtíðini endaði bólturin í VB/Sumba málinum, men dómarin kolldømdi. Christian Høgni Jacobsen hevði sneitt fleiri av, tá ið Jákup á Borg fekk fatur á bóltinum og sendi hann í málið. Jákup var rangstaddur. Um Christian Høgni sjálvur hevði havt skorað, so hevði talan ikki verið um rangstøðu. Spurningurin er tó, um Christian Høgni hevði havt møguleika at fingið fatur aftur á bóltinum.
Men tað hevði verið ov mikið av mótgongd fyri VB/Sumba, um HB í hesi uppgerðini var farið við øllum. Annan mikudag, tann 11. juli, hittast VB/Sumba og HB aftur á Vágseiði. Tá stendur finaluplássið í steypakappingini upp á spæl. Í tí dystinum verður HB frammanfyri 3-1 frá fyrsta bríksli.