Spældu rætt

Hjálparvenjarin hjá flogbóltskvinnunum tóktist væl nøgdur um byrjanina, sum føroysku kvinnurnar fingu

 

Flogbóltur


Føroyska kvinnulandsliðið fekk eina flúgvandi byrjan við sigrinum á Cayman, og eftir dystin var tað eisini ein væl nøgdur hjálparvenjari, sum Sosialurin hitti uttan fyri flogbóltshøllina á Mount Murray.

Ivaðust um styrkina

Jákup av Kák segði annars, at tey vóru eitt sindur í iva um, hvussu væl fyri genturnar av Cayman fóru at verða til hesar leikirnar.

- Í so máta var talan um eina sindur trupla byrjan hjá okkum, tí vit vistu sera lítið um styrkina hjá teimum. Tað kundi væl verið, at tær høvdu ment seg heilt nógv síðani tá, og serstakliga høvdu tær støddina við sær, men vit stóðu væl á vøllinum, og dekkaðu tær sum vit skuldu, so talan gjørdist um ein tryggan sigur, segði hjálparvenjarin, sum annars eisini frøddist um, at allar genturnar longu nú hava havt møguleikan at royna seg.

Helga bíðar

Einasta kvinnan, sum enn ikki hevur roynt seg á leikunum, er ársins leikari i Føroyum, Helga Nordendal.

Hon hevur undan leikunum drigist við skaða, og hóast hon enn er ivasom, so tykjast útlitini hjá henni tó at vera hampuliga góð, heldur Jákup av Kák.

- Vit valdu so at spara hana til hendan dystin, men tá teir hørðu dystirnir fara at koma, ætla vit so spakuliga at gera nýtslu av henni, og vita, hvussu nógv hon orkar. Fysioterapeutrin hjá okkum arbeiðir eisini við henni alla tíðina, so eg rokni við, at hon kemur á vøllin ein av komandi døgunum, sigur Jákup at enda.