Spældi við brotnum beini

At tað ber til at spæla fótbólt, hóast bein er brotið, er nýggi vongverjin hjá NSÍ, Jónas Þór Næs dømi um

Í 1-0 sigrinum á HB næstsíðsta hóskvøld var Jónas á høgra vongverja, inntil tað bara restaði ein lítil løta. Tá ið hann varð skiftur út, sást tað væl, at hann var skaddur. Ætlanin var, at Jónas skuldi við NSÍ til Georgia. Men tá ið hann undan fráferðini varð kannaður í røntgenini, vísti tað seg, at eitt bein í fótablaðnum var brotið! Tí var Jónas ikki við NSÍ í Georgia. Tað verður roknað við, at beinið brotnaði longu, tá ið Jónas fyrr í summar spældi við Køge. At tað – hóast brotið – hevur borið nærlagda vongverjanum til at spæla, kemst av, at brotið liggur væl og er við at vaksa saman aftur. Í NSÍ verður roknað við, at Jónas verður tøkur, tá ið NSÍ mikukvøldið 6. august fer at spæla toppdyst á útivølli ímóti EB/Streymi.