Spældi sær av við koyrikortið

Ein 20 ára gomul kvinna slapp við skrekkinum, tá hon koyrdi ávirkað og rendi á ein pela í morgun.

Um tíggjutíðina í morgun koyrdi ein 20 ára gomul kvinna á ein pela við R. C. Effersøesgøtu í Havn.

Kvinnan, sum ikki átti bilin sjálv, rýmdi av staðnum, men varð funnin heima við hús. Har slapp hon at blása í alkometrið, sum vísti, at kvinnan hevði drukkið nógv meira enn ráðiligt er. Hóast bilurin var illa farin, kom kvinnan óskalað frá hendingini. Blóðroynd varð tikin, ákæra verður reist og koyrikortið inndrigið, verður sagt av politistøðini.