Tað er nú komið fram, at liðskiparin hjá Nigeria, John Obi Mikel, spældi móti Argentina í HM-edaspælinum vitandi um, at pápi hansara var tikin til gísla í heimlandinum.
John Obi Mikel, sum í fleiri ár spældi við Chelsea, fekk at vita fýra tímar undan HM-dystinum, at pápi hansara var tikin gílsi. Hartil vóru boðini, at pápin bleiv skotin, um mynduleikarnir fingu nakað at vita.
- Eg spældi, meðan pápi mín var tikin gísli. Eg mátti bara síggja burturfrá skelkinum og spæla. Eg takki løgregluni og stuðlinum eg havi fingið, segði John Obi Mikel á tíðindafundi.
Altjóða miðlar skriva, at pápin síðani er bjargaður av løgregluni, men er viðtikin av viðferðini hann fekk av gíslatakarunum. Hetta er aðru ferð, at pápi John Obi Mikel er tikin til gísla. Seinast var í 2011, tá hann var gísli í 10 í dagar.
Nigera tapti dystin 2-1 og kom ikki víðari úr HM-endaspælinum.