Spældi klaver sum 3 ára gamal

10 ting um Elton John

Hann telist millum størstu tónleikarar í heiminum, og hóast pápin vildi hava hann at blíva bankamann, valdi hann tónleikin sum yrkisleið


Reginald Kenneth Dwight varð føddur 25. mars í 1947. Hann vaks upp í býnum Pinner í Middelsex.


Elton John byrjaði at spæla klaver sum trý ára gamal, og tað var frá byrjan greit, at drongurin hevði evnini til tað. Sum sjey ára gamal fór hann undir veruliga frálæru í klaverspæli.


Tá hann var 17 ára gamal fór hann veruliga í gongd við yrkisleiðina sum tónleikari. Pápi hansara, sum var flogskipari hjá Royal Air Force, royndi at fáa hann at velja eina meira vanliga yrkisleiðis sum bankamaður.


Elton John hevur selt meira enn 250 milliónir fløgur, og tað ger hann til ein tann mest seljandi tónleikaran í heiminum nakrantíð.


Í 1997 skrivaði hann sang til Dianu prinsessu, sum doyði. Sangurin Candle in the Wind hevur selt meira enn 37 milliónir eintøk og er mest seljandi sangur nakrantíð.


Elton John hevur vunnið fimm Grammy virðislønir, ein Oscar og eina Golden Globe virðisløn fyri sín tónleik.


Hann hevur staðið seg væl á virda amerikanska hitlistanum Billboard Hot 100, og bert The Beatles og Madonna hava klárað seg betur enn Elton John.


Í 1998 gjørdist hann riddari í Bretlandi og kann reypa sær av at eita Sir Elton John, um hann leggur í.


Elton John hevur átt meirilutan í fótbóltsfelagnum Watford, og hann hevur verið formaður í felagnum. Hóast hann ikki longu er meirilutaeigari, er hann framvegis partur av felagnum.


Elton John heldur saman við kanadiska David Furnish. Teir hava livað í skrásettum parlagi síðani 2005.