Eli F. Nielsen verður ikki við, tá B36 í morgin spælir móti AB í 7. umfari í Betri deildini hjá monnum. Hann hevur í vikuni verið innlagdur, eftir at hann spældi við innaribløðing í 3-0 sigrinum á 07 Vestur.
Í fyrra hálvleiki fekk hann ein stoyt, men valdi hóast pínu at spæla allan dystin. Seinni vísti tað seg, at hann hevði innari bløðing og bløddi úr nýranum. Hann er nú útskrivaður, men spælir í fyrsta lagi um eina viku.
Tað er eitt sindur av mannfalli í B36 í løtuni. Róaldur Jakobsen hevur trupulleikar við fótinum, sum kanna vísa seg at verða ein kroniskur skaði. Tað vil siga, at hann í ringasta føri fær torført við at spæla fótbólt á hægsta stigi yvir longri tíð. Hann er fyribils úti í nakrar vikur.
Somuleiðis er Jónas Tór Næs illa skaddur í økslini, meðan Christian R. Mouritsen framvegis hevur trupulleikar í fótinum og verður heldur ikki við.
Betri deildin menn: 7. umfar
TB/FCS/Royn – HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur – 07 Vestur (15.00)
KÍ – EB/Streymur (15.00)
B36 – AB (15.00)
NSÍ – Skála (15.00)