Í Fótbóltsblaðnum, sum er komið á gøturnar saman við mikudagssosialinum, kanst tú lesa um Aleksandar og tvíburin, Antonio Stankov, sum eru føddir í Makedonia í 1991. Fótbólturin verður spældur á gøtuni, har tvíburarnir hava nokk í sær sjálvum. Sum níggju ára gamlir flyta teir Hollands, tí pápin hevur arbeiði har.
- Eg hugsaði ongantíð um at blíva fótbóltsspælari, men nábúgvin, ið var javngamal, helt fyri at vit skuldu koma við til fótbólt. Babba gav okkum 10 evrur fyri hvørt málið vit skoraðu. Tað bleiv skjótt nógv, sigur Aleksandar Stankov og flennur.
Í greinini fortelur hann um tilgongdina sum spælari í HB, eftir at hava spælt í Hollandi og Danmark, og hvat hann væntar av HB í ár. HB spælir í fyrsta umfari móti KÍ í Gundadali. Rás2 sigur frá dystinum.
(Brot úr grein í Fótbóltsblaðnum hjá Miðlahúsinum)