Spældi fyri at tapa

Danski fótbóltsspælarin, David Nielsen, verður nú ákærdur av DBU fyri at hava skatt umdømið hjá fótbóltinum. Í eini samøðu á TV2, sum verður send í kvøld, sigur David Nielsen, at hann fór á vøllin fyri at tapa, tá AaB tann 23. maj í 2004 skuldi spæla móti FCK. AaB hevði undan hesum tapt steypafinaluna móti FCK, og ein sigur til FCK vildi betra um teirra møguleikar at vinna DM-heitið. Hendi hetta, kom AaB sum tapandi finalistur í UEFA-Cup kappingina, og hetta hevði sambært David Nielsen tryggjað spælaranum 300.000 krónur sum bonus.