Rannvá B. Andreasen er uttan nakra kapping yvirhøvur tann kvinnuligi fótbóltsspælarin, sum í heimligu kappingini hevur gjørt mest um seg. Hon hevur spælt 409 dystir í fremstu deildini, og hon hevur skorað 551 mál í landskappingini, har hon ofta hevur verið topptskjútti.
Hon hevur spælt 51 dystir í Europa og skorað 16 mál, og hon hevur spælt 56 landsdystir og skorað 27 mál.
Í fjør var leikluturin hjá henni ikki so stórur á KÍ liðnum, sum hann plagar at vera, tí Rannvá hevði koronu. Men hon átti sín leiklut, tá ið KÍ vann greipuna - FM og steypafinaluna.
Síðani síðsta summar hevur hon vant miðvíst, og í fyrstu umførunum í landskappingini í ár hevur hon verið við í pørtum av dystunum. Nú er tað greitt, at Rannvá ikki verður á KÍ liðnum næstu ferðirnar. Orsøkin er tann, at eitt bein í øðrum fótinum er brotið.
-Eg dugi ikki heilt at siga, hvussu tað gekk fyri seg, men eg hevði pínu, og so varð tað staðfest í røntgenmynd, at eitt bein er brotið. Beinið er ikki gipsað. Eg gangi í serligum skógvi ella stivla. Hvussu leingi tað verður, inntil eg sleppi á vøllin aftur, veit eg ikki, men eingin ivi er um, at eg ætla mær aftur at spæla fótbólt, sigur Rannvá B. Andreasen.
Tað verður ikki spælt í landskappingini hetta vikuskiftið, tí landsliðið er á venjingarlegu í Havn.
Leygardagin um eina viku skal KÍ spæla á útivølli ímóti EBS/Skála, og um tvær vikur fær KÍ vitjan av 07 Vestur. Í 6. umfari, sum verður mikudagin 5. mai, fær KÍ vitjan av AB/B71.