Um dagarnar verður ein persónur, ið hevur spælt við í Onsdagslott uppringdur av starvsfólkum hjá Danske Spil, og boðini til hann vera, at hann hevði vunnið og harvið fingið eina væl betri jólagávu enn flestu jólamenn kunnu geva. Tí hepni vinnarin hevði vunnið 15 milliónur krónur í Joker og er samstundis millióningur nummar 100 sum hevur vunnið meia enn eina millión hjá Danske Spil í ár.
So hendan uppringingin verður at tí slagnum, øll droyma um, nevniliga frá einum starvsfólki frá Kundatænastuni hjá Danske Spil, har viðkomandi fær at vita at hann hevur vunnið 15.296.008 krónur.
Vinningurin er vunnin á eini Joker-rekkju, sum er keyptur á www.danskespil.dk , saman við einum 10 viku Lyn Onsdagslotto seðli.
Millóninavinningurin er nummar 100 í ár í Lotto, Onsdagslotto ella Joker. Hesin vinningurin er samstundis 7. stórst í ár.
Og hesin spælari kann vera ein føroyingur, tí allir føroyingar kunnu spæla við í spølunum hjá Danske Spil á alnótini.