Spælari tikin fyri doping

Enn ein italskur spælari er tikin fyri doping. Hetta kunngjørdi olympiska nevndin í Italia, CONI, í gjár

Talan er um málmannin hjá Messina, Nicolas Caglioni. Messina, sum liggur í botninum í italsku seriu A, má tí vænta at vera málmannin fyri uttan í eina tíð. Caglioni er triðji spælarin í seriu A, sum er tikin fyri doping hetta kappingarárið. Fyrst bleiv Milan-spælarin, Marco Boriello, dømdur leikbann í tríggjar mánaðir fyri at hava nýtt doping, og seinni bleiv Francesco Flachi hjá Sampdoria tikin fyri at nýta kokain.