KÍ hevur gjørt sáttmála við Darius Lewis, sum kemur úr Florida í USA. Hann hevur seinastu trý árini verið á Philadelphia Union Academy. Hann hevur á sínum Instagram boðað frá, at hann hevur gjørt sáttmála við KÍ.
- Eftir at hava vant dag inn og dag út, so er tíðin komin at byrja mína yrkisleið í fótbólti. Eg eri fegin um at kunna kunngera, at eg havi gjørt mín fyrsta fulltíðarsáttmála, sum er við KÍ Klaksvík í Føroyum, skrivar Darius Lewis.
Heimasíðan hjá skúlanum skrivar, at hann er annar spælarin, sum verður at fara til Evropa at spæla, heldur enn at halda fram á einum hægri skúlastigi í Philadelphia.
- Lewis hevur skorað 21 mál í teimum trimum árunum í U17 og U19, eftir at hann kom til Philadelphia Union Academy frá FC Florida í 2015, skrivar heimasíðan.
Darius Lewis er 19 ára gamal og sum skilst, so er talan um ein ungan spælara, ið ynskir at royna okkurt nýtt.