ÍF skrivaði í gjárkvøldið ein eitt ára sáttmála við 21 ára gamla Thomas Asmussen, sum hevur umboðað AB Akademisk Boldklub í Danmark undanfarin ár.
- Thomas Asmussen er ein offensivur miðvallari við framúr góðum fótbóltsevnum, og ÍF venjarin, Flemming Christensen, væntar sær sera nógv av unga dananum, sum hann hevur havt sum leikara, tá hann var venjari hjá AB, skrivar ÍF á heimasíðuni.
Thomas Asmussen kemur til Føroya mánadagin.