Hondbóltur
Alt var gaman í vár, tá H71 vann sítt fyrsta FM-heiti í manshondbólti. Við hesum høvdu venjararnir báðir, Birgir Hansen og Kári Nielsen, fingið krúnuna á sítt verk, og hóast frágongd av sterkum profilum, so varð roknað við, at unga H71-liðið aftur í ár skuldi blanda seg millum tey bestu.
Enn er tann parturin ikki liðugt skrivaður, men hoyvíkingar hava ikki á sama hátt sett dagsskránna, og tað hevur eftir øllum at døma skapt ónøgd.
Og í gjár tók annar av venjarunum, Birgir Nielsen, avleiðingarnar av hesum.
- Hugurin at halda fram í starvinum var ikki til staðar. Og tá eg fyrst var komin til ta niðurstøðuna, helt eg tað vera best, at eg alt fyri eitt gavst í starvinum, segði Birgir Hansen við portalin í gjárkvøldið.
Um orsøkina til hetta sigur Birgir, at har vóru nøkur viðurskifti, sum hann ikki var heilt nøgdur um.
- Eg haldi ikki, at spælararnir veruliga hava víst tað, sum krevst í vetur. Kanska er talan um okkurt slag av mettu, eftir at liðið í vár vann FM-heitið. Í øllum førum hevur hetta ikki verið nøktandi, og so havi eg tikið avleiðingarnar, sigur Birgir.
Kári Nielsen, sum saman við Birgiri hevur vant H71, heldur fram í sínum starvi.
Í løtuni veit Birgir ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða á hondbóltsøkinum.
- Her og nú fari eg bara at taka mær av løttum. Og tað hevur í øllum førum verið stuttligt, at eg í kvøld havi hugt eftir einum heilum dysti í Champions League. Tað havi eg ikki havt møguleika til í fleiri ár, sigur hann.