Spælararnir valdu Ronaldo

Altjóða spælarasambandið, FIFPro, hevur kosið Cristiano Ronaldo sum ársins spælara

Fótbóltur

 

Síðani 2005 hevur altjóða spælarasambandið, sum hevur fleiri enn 50.000 limir, kosið ársins spælara. Í fjør fall heiðurin til brasilska Kaka úr AC Milan, og ikki óvæntað gjørdist tað í ár Cristiano Ronaldo úr Manchester United, sum fekk heiðurin. Hetta eftir eitt ár, har hann saman við Manchester United vann bæði Premier- og Champions League, og har Ronaldo við sínum 42 málum átti sín stóra lut í heitunum.

Eisini hevur FIFPro sett ársins lið, og telur hetta fimm spanskar europameistarar. Sermerkt við liðnum er annars, at hetta bert telur ein spælara úr italsku Seriu A, meðan hinir tíggju eru úr sponsku La Primera og ensku Premier League.

Liðið hjá FIFPro sær soleiðis út: Iker Casillas (Real Madrid) – Sergio Ramos (Real Madrid), John Terry (Chelsea), Rio Ferdinand (Manchester United), Carlos Puyol (Barcelona) – Steven Gerrard (Liverpool), Kaka (AC Milan), Xavi (Barcelona) – Lionel Messi (Barcelona), Fernando Torres (Liverpool), Cristiano Ronaldo (Manchester United).