Fótbóltur
Eitt tap í sjálvum sær er sjáldan nøktandi. Men hóast hetta, so var Jógvan Martin Olsen ikki nakar ónøgdur maður, tá vit fingu orð á hann í Mixed-zone økinum uttan fyri Crvena Zvezda stadion í Beograd.
- Tað, sum vit settu okkum fyri undan ferðini var, at vit skuldu endurvinna nakað av virðingini fyri landsliðið. Eg havi sjálvur sagt í samrøðu við Sosialin, at eg saknaði nakað av offurvilja, og tað haldi eg, at spælararnir svaraðu mær aftur á best hugsandi hátt í dag, segði Jógvan Martin Olsen.
Og taktiska uppleggið tóktist eisini at rigga?
- Ja. Vit royndu hasa skipanina í Portugal, og nú hava vit so havt nakrar venjingar afturat. Tíbetur kundu vit stilla við at kalla somu verju í dag. Fyrimunurin í hesi leikskipanini er, at økið, sum einstaki spælarin skal verja, verður minni – væl vitandi um at vit tá eisini missa nakað uppi á vøllinum. Men á útivølli móti Serbia vita vit væl av, at tað verða ikki vit, sum stýra dystinum.
Tað sá eisini út til, at avgerðin um at flyta Christian Høgna inn á miðvøllin hjálpti til at skapa nakað frameftir?
- Ja, tað var tað alternativið, sum vit høvdu í mun til dystin í Portugal. Og Christian Høgni var øgiliga raskur at stuðla Andrew, og so má eisini siga, at Andrew so sanniliga eisinin svaraði mær aftur, nú hann als ikki hevur verið í hópinum.
Sum tú nevnir, so komu tit sjáldan nóg langt niðan. Og einar tríggjar ferðir eftir steðgin komu tit upp í síðunum, men noyddust at venda, tí eingin var í feltinum. Tað er væl eisini nakað, sum arbeiðast skal við?
- Bæði og. Tað vóru nakrar spælarar, sum í steðginum tosaðu um, at orkan var við at ganga undan. Atli kendi eisini onkran smáskaða, so avtalan varð, at vit máttu minimera arbeiðsøkið, og tað var orsøkin til hetta.
Men tú framdi bara eina útskifting. Vildi tað tá ikki verið rætt at skift meira út?
- Tekur tú dystin í Portugal, so skifti eg nógv út tá. Tað gjørdi eg fyri at síggja nakrar spælarar royna seg, hóast summi tá fýltust á, at eg framdi ov nógvar útskiftingar. Tað kann sjálvandi órógva rútmuna í spælinum, um so er, og tí vildi eg ikki skifta ov nógv, sigur Jógvan Martin Olsen