Spælararnir stuðla Morten Olsen

Spælararnir á danska fótbóltlandsliðnum heita nú á Morten Olsen um at halda fram sum venjari hjá liðnum. Seinastu dagarnar hevur Morten Olsen verið eitt heitt navn til starvið sum týskur landsliðsvenjari, men donsku spælararnir vóna, at venjarin fer at halda sín sáttmála við danska fótbóltssambandið, sum varðar í tvey ár afturat.
? Eg dugi illa at ímynda sær, at DBU kann finna ein venjara, sum er betur egnaður til arbeðið, sigur Niclas Jensen við Ritzau.