Spælararnir fáa 4,5milliónir

Risa lopið á FIFA-styrkislistanum merkist eisini hjá landsliðsspælarunum. Bonus-avtalan við FSF merkir, at spælari sum hevur luttikið í HM-undankappingini, fær 168.000 krónur

Fótbóltur

Fyri hvørt pláss, sum føroyska landsliðið er betri enn nummar 150 á FIFA-styrkislistanum við árslok sammett við ársbyrjan 2008, fær hvør spælari 6.000 krónur.
Soleiðis ljóðar ein partur av bonus-avtaluni, sum er millum FSF og føroysku landsliðsspælararnar. Seinastu árini hevur henda reglan staði í sáttmálanum, men hevur ikki verið stórvegis tørvur á at gjørt brúk av slíkari paragraff í sáttmálanum hjá landsliðnum. Men tá 2009 er lagt aftur um bak, situr FSF við eini veldugari rokning. Eini rokning, sum teir helst fegnir vilja gjalda.
- Nú mugu vit líka hyggja eftir, hvussu hetta skal roknast út. Tað er somikið langt síðani, at vit hava goldið bonus út eftir FIFA-listanum, at eg minnist ikki heilt, hvussu roknistykkið varð gjørt upp. Men hetta verður tikið upp við umboð fyri leikararnar, fyri at eingin misskiljing skal verða í, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.
- Okkara landsliðsár er av, men broytingar kunnu jú henda hjá øðrum liðum. Men plássið sum nummar 122 verður neyvan broytt tað heilt stóra. Og tað merkir so, at samlaða upphæddin, sum verður goldin í januar-mánaði, verður um hálva fimtu millión, sigur aðalskrivarin.

Hevur stóran týdning
At føroyska landsliðið stendur seg væl á styrkislistanum, hevur ikki bara kosmetiskan týdning fyri FSF.
Styrkismetingin verður nýtt, tá lutur verður kastaður um undankappingarbólkarnar, og við seinasta lopinum eru Føroyar nú bara eitt pláss frá at vinna seg eitt styrkislag upp á listanum.
Europiska undankappingin verður skipað soleiðis, at átta bólkar hava seks lið, meðan ein bólkur hevur fimm lið. Í løtuni eru seks europisk lond niðan fyri Føroyar á listanum. Tey eru Azerbadjan, Luxemburg, Liktenstein, Malta, Andorra og San Marino.
Tað landið, sum er beint oman fyri okkum á listanum, er Kazakhstan, sum hevur 224 styrkisstig móti okkara 218. Og framman fyri teir á europiska listanum er Georgia, sum hevur 234 stig.
Lutakastið til komandi undankapping verður longu í desember, og til ta tíð hava okkara neyvan møguleika at vinna nakað stig. Men tað gevur vónir um, at Føroyar kunnu vinna seg ein styrkisbólk upp, tá lutakast verður til HM-endaspælið í 2014. Og so kann leggjast afturat, at tær báðar ferðirnar, sum Føroyar hava spælt móti Kazakhstan, endaði tað við føroyskum sigri. So heilt ógjørligt er hetta neyvan.
Umframt Kazakhstan og Georgia telur næsti europiski styrkisbólkurin í løtuni Estland, Armenia, Albania, Moldova, Ísland, Wales og Montenegro.