Spælarametingar hjá monnum

KÍF

Emil Dam: 5
Var fremsta orsøkin til, at dysturin vendi, tá hann kom inn og mestsum lukkaði málið.

Óla Christian Djurhuus: 2
Byrjaði dystin, men fekk ikki gjørt so nógv, tá H71 eftir 2-2 buldraði avstað.

Jaspur Joensen: 2
Megnaði heldur ikki at steðga H71, sum trumlaði KÍF niður fyrstu 20 minuttirnar.

Andrias Nielsen: 4
Fekk lítið burturúr í fyrra hálvleiki, men munaði væl, tá alt skuldi avgerast í seinna.

Regin Petersen: 3
Var ikki so leingi á vøllinum, men ofraði seg og fekk millum annað eina útvísing.

Teitur Joensen: 3
Gjørdi kanska ikki so nógv um seg, men slapp at skjóta eitt tað besta málið í dystinum.

Tony Weyhe: 4
Stríddist væl í verjuni og royndist eisini á strikuni, har hann skapti nógv pláss.

Hans Eli Sigurbjørnsson: 5
Var steindeyður í fyrra hálvleiki, men blómaði í seinna og endaði sum toppskjútti.

Nicklas Selvig: 4
Var ikki so sjónskur, sum hann mangan hevur verið tað í vetur, men var ein støðug hóttan.

Rógvi Weyhe: 4
Aftur hesaferð sást týdningurin, hann hevur fyri liðið, og hann tekur altíð ábyrgd.

Rúni Joensen: 4
Brendi fleiri kjansir, men var allíkavæl meira við í spælinum, enn hann ofta hevur verið.

Jákup Trygvason: 3
Avloysti á strikuni viðhvørt og var eisini við í verjupartinum, uttan tó at skara framúr.

Ási Dam: 3
Spældi stundum skilagott á miðjuni, men kom ikki líka væl við í spælið, sum hann kann gera tað.

Jakob Jónsson: 5
Hevði neyðuga tolið og dirvið til at leiða sínar spælarar til sigurs, hóast tað byrjaði øgiliga illa.



H71

Ári Dam: 5
Var orsøkin til góðu byrjanina, tá hann stongdi av, men fekk ikki einsamallur hildið skansan.

Tóraldur Kollsker: 4
Gjørdi tað gott, tá hann kom inn, men bleiv eisini offur fyri, at verjan ikki kláraði at halda.

Rógvi Sørensen: 5
Gekk undan í góðu byrjanini, men sá slitin og møddur út, tá KÍF setti seg á alt eftir steðgin.

Niels Viggo Niclasen: 3
Var stórt sæð bara inni í verjuspælinum, har hann tó ikki fekk gjørt so nógv vart við seg.

Rúni Højgaard: 4
Gjørdi ikki so nógv um seg á bakkinum, sum hann plagar, men var væl við í spælinum.

Bogi Davidsen: 4
Royndist aftur væl á vonginum og fann málið, umframt at stríðast væl í verjuspælinum.

Ári J. Olsen: 3
Fekk ikki serliga nógv burtur úr strikuspælinum, men megnaði tó at skjóta eitt mál.

Hans Kári Hansen: 2
So ikki serliga sterkur í myndini á vonginum, har hann ikki kom so nógv við hesaferð.

Bogdan Florea: 3
Bleiv nógv mansvardur, men hevði heldur ikki hepnið við sær og brendi nógv, tá hann slapp at skjóta.

Sigmundur Dahl: 4
Stríddist væl í verjuni og var millum teir sjónskastu, tá tað gekk væl í fyrra hálvleiki.

Tróndur Arge: 3
Var ikki serliga eyðsýndur í vongspælinum og fekk einki burturúr, tá hann royndi at bjóða av.

Petur Mittún: 4
Hevði ikki neyðuga ísin í búkinum, tá tað enn gekk væl, og átti ongan trumf, so KÍF kundi takast aftur.